Greinin er eitt gott dømi uppá, hvussu eitt kjak kann ella eigur at fara fram á ein siðiligan hátt, har tær ymisku meiningar koma fram sakliga og við virðing fyri tí, sum hin parturin ber fram. Góðar grundgevingar, sømiligt orðaval, virðing fyri hvørjum øðrum, tað er eitt gott grundarlag fyri einum fruktagóðum orðaskifti.
Um málburð
Nú hoyrist so ofta millum politikarar og blaðfólk máliskan »at traðka í karakter«. Hetta er tikið beinleiðis úr donskum, og eg haldi meg hava varhugan av, hvat hetta merkir, men uttan at vita nágreiniliga hvat. Hví taka eina so misháttað málisku inn í tað føroyska málið? Hatta ljóðar ikki gott. Tey, sum brúka hatta orðafellið, vita kanska nóg illa sjálvi, hvat neyvi týdningurin av tí er, og vanlig fólk mugu so bara gita sær til, hvat ein slík vending merkir. Útsøgnin má kunna sigast á vanligum føroyskum máli.









