Mortan Rasmussen, Form. í Eldraráðnum
-----
Í innslagnum vóru brot tikin úr samrøðu, ið Jákup Bogi hevði við meg fyrrapartin.
Hesi brot vóru tíverri í andsøgn við tað, eg greiddi honum frá.
Eg undirstrikaði, at Eldraráðið og Býráðið høvdu eitt gott samstarv, og at Eldraráðið og leiðslan í Býráðnum við borgarstjóranum á odda síðani ársbyrjan hava fýra fastar fundir árliga.
Vit komu eisini inn á ónøgd, sum hevði verið fyrr, og segði honum frá tørvandi samskifti og eini ov vánaligari reglugerð, men at eitt tað fyrsta, komandi eldraráð fór at gera var saman við býráðnum at ganga reglugerðina ígjøgnum. Hann fekk eisini at vita, hví reglugerðin ikki var í lagi. Tað var hetta, sum bleiv til høvuðstíðindi.
Upp á spurningin um, hvat eg vildi ráða komandi eldraráðnum til svaraði eg, at eg vildi mæla til, at eldraráðið fyrireikaði seg væl til hesar føstu fundirnar við leiðsluna í býráðnum.
Tað eg hoyrdi í innslagnum var als ikki tað, sum eg vildi hava fram. Eg hoyrdi, hvat eg segði, men hetta vóru brot úr eini samrøðu, har brotini søgdu júst tað øvugta av tí, sum meiningin var.
Eg vil tí her biða Heðin Mortensen og leiðsluna annars í Býráðum um umbering fyri, at eg havi verið so gáloysin í samrøðuni, at til bar at snara mínum orðum til nakað, eg als ikki meinti.









