Absalon Absalonsen
Sosialurin hevði nú um dagarnar spurt løgtingslimir, hvør teirra støða var til málið um happing av samkyndum, áðrenn málið kom fyri á tingi , har tað fekk drúgva viðgerð.
Undirritaði legði til merkis, at Páll á Reynatúgvu svaraði, at hann hevði vilja vita, hvat Jesus hevði sagt um viðkomandi mál.
Hetta er sera áhugaverdur og viðkomandi spurningur. Tað er gleðiligt, at ein løgtingslimur hugsar soleiðis.
Neyvan nakar kann siga við vissu, hvat Jesus hevði sagt um málið, men vit kunnu loyva okkum at samanbera, tað hann segði og gjørdi í líknandi førum.
Ein dagin kom ein spitalskur til Jesus. Tað var ikki tespiligur lutur ella lagna at vera spitalskur í Ísrael á Jesusar døgum. Hann skuldi halda seg uttan fyri tilhaldið, og tá fólk nærkaðust honum, skuldi hann sjálvur rópa: óreinur, óreinur. Hetta mundi kennast manga ferðir verri og svárari enn at vera happaður av øðrum.
Men hesin spitalski, sum vit lesa um í Matteus 8, átti ein dýrgrip, hann átti trúnna á Jesus. Hann fór til hansara, fall niður fyri honum og segði: Harri, vilt tú, so kanst tú reinsa meg.
Jesus nam við hann og segði: Eg vil, ver reinur. Í somu stund varð hann reinsaður frá spitalskuni.
Lat hetta vera eina heilsan og ein áheitan til teirra, sum av eini hvørju orsøk kenna seg happað ella forfjónað.
Gerið sum hesin spitalski. Hann boygdi seg fyri Jesusi, trúði á hann og segði: Harri vilt tú, so kanst tú reinsa meg.
Hetta verður ikki skrivað fyri at seta tey samkyndu í sama bás sum tey spitølsku, men fyri at vísa á at sama hvør trupulleikin er, ið vit menniskju hvør sær hava at dragast við, og um so øll menniskju happa okkum og stoyta okkum frá sær, so er Harrin Jesus til reiðar at hjálpa. Hann er tann sami enn, hann koyrir ongan frá sær.