Um ger av undirsjóvartunnilum

Allir undirsjóvartunnilar eiga at verða lagdir í eitt felag,so at tað verður fíggjarliga lættari at binda flestu av oyggjum okkara saman í eitt samferðslukervið.Landsstýrið og Løgting eiga ikki bara at hugsa um miðstaðarøkið, men í størri mun um tær oyggjar, ið onki fast samband hava við megin-økið.Eftir tí, ein hevur fingið at vita í fjølmiðlunum, er ódýrasta loysnin at tað verður eitt alment felag, ið skal hava ábyrgdina av tunnilsgerðini.

Fyrst eigur at verða farið undir Eysturoyartunnilin og síðani Sandoyartunnilin.

Eftir tí ein hevur frætt í fjølmiðlunum verður rentan av ætlaðu lántøkuni 9,8%,tað er alt ov dýrt, nú renturnar eru so lágar.  

Landsstýrið og Løgting kunnu ikki loyva sær at góðtaka ein sáttmála, sum almenningurin onki fær at vita um, og ivaleyst ikki tolir dagins ljós.Hendan skulu tingfólk góðtakað, uttan reiðiliga at vita, hvat stendur í sáttmálanum (atkvøða við bindi fyri eygunum og uttan at vita hvat tey góðtaka).

Um hesin sáttmáli verður undirskrivaður, verður mest sum øll framtíðar nýgerð av samferðslu-kervinum steðgað næstu 30-50árini ella meir, og Suðuroyggin fær onki fast samband.

Nei,ábyrgdarfólk í Løgtingi og Landsstýri eiga ikki at góðtaka privatu tunnilsloysnina. Hon er ov kostnaðarmikil. Fleiri hundrað mill.kr. fara av landinum og úr føroyska búðskapinum, júst nú, tá alt koyrir við undirskoti. Hetta er eisini ábyrgdarleys nýtsla (misnýtsla) av landsins og fólksins peningi (virðum).

Ábyrgdarpolitikkarar eiga at ganga frá hesi tunnilsloysn; á henda hátt taka teir eina ábyrgdarfulla og klóka loysn, sjálvt um landskassin má gjalda nakað (1millión kr.) fyri hetta.