Um fýra ár verður koyrandi ígjøgnum nýggjar tunlar Norður um Fjall. Tað sæst í uppskotinum til fíggjarlóg, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fyri Løgtingið í morgun. Fýra fyritøkur hava bjóðað seg fram at geva tilboð uppá arbeiðið. Landsverk ætlar at bjóða arbeiðið út seinni í ár og ætlanin er eisini at seta sjøtul á arbeiðið seint í ár.
Men tað verður næsta ár, at ferð av álvara verður sett á arbeiðið og tá skulu 100 milliónir setast av til endamálið. Í 2022 skulu eisini 100 milliónir setast av til tunlarnar og í 2023 skulu 135 milliónir setast av at gera tunlarnar Norður um Fjall. Og so er ætlanin, at verða klárir at taka í brúk í 2024.
Teir nýggju tunlarnir verða gjørdir áleið har, sum verandi tunlar eru og so skal nýggjur vegur eisini gerast ímillum teir.
Annar tunnilin, Árnafjarðartunnilin, verður 1,9 kilometrar og Hvannasundstunnilin verður 2,1 kilometrar, og tilsamans skulu eisini 1,9 kilometrar av vegi, gerast. Tilsamans fer arbeiðið at kosta umleið 500 milliónir krónur og í næstum verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at fara undir arbeiðið.
Annars hevur talan verið um at gera Árnafjarðartunnilin úr Gerabøi í Klaksvík, sum er stutt frá tunnilsmunnanum til Eysturoyartunnilin. Fyrimunurin við tí hevði verið, at so sluppu bilarnir, skulu ígjøgnum tunnilin, frá at koyra ígjøgnum alla Klaksvíkina. Men tann ætlanin er slept og tað er upplýst í Løgtiginum, at ein orsøk til tað, hevur verið, at friðingarmyndugleikarnir vilja ikki góðtaka tað uttan víðari, tí har eru fornminni í Gerðabøi og tí skal tað kannast gjølligari.