- Um 10-15 ár skulu vit vera sjálvbjargin.
Tað hevði verið eitt gott politiskt mál at sett sær, heldur Kaj Leo Holm, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og fyrrverandi løgmaður,
Hóskvøldið bjóðaði Unga Tjóðveldi honum at dystast við Høgni Hoydal um loysing og samband, og har helt Kaj Leo Holm Johannesen, at heldur enn at dyrka ósemjurnar, áttu politisku flokkarnir í Føroyum at lagt størri dent á at samstarva um mál, tað ber til at semjast um.
Og sjálvur heldur hann, at eitt gott mál hjá politisku flokkunum í Føroyum at samst um, kundi verið at lagt eina ætlan fyri, hvussu Føroyski búskapurin kann verða sjálvbjargin um 10-15 ár. Tað kann gerast við eini miðvísari ætlan fyri at fáa meiri burtur úr okkara fiskiríkidømi, sigur hann.
- Tá ið tað málið er rokkið, kann tað væl vera, at niðurstøðan verður, at nú er danska ríkisveitingin so lítil partur a búskapinum, at vit eiga eisini at finna eina loysn fyri tí.
- Fólk vilja fyrst og fremst hava eina politiska ætlan fyri, hvussu vit fáa ein sjálvberandi búskap. Og tá ið tað málið er rokkið, fáa vit fólkið við sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Høgni Hoydal sigur aftur ímóti, at so leingi vit fáa eina ríkisveiting, fáa vit ikki ein sjálvberandi búskap. Sum dømi nevnir hann, at um vit so brúktu alla ríkisveitingina sum stuðul til fiskivinnuna, hevði tað ikki ment hana, og eggja henni til fáa sum mest burturúr.
- Í 2001 settu vit ikkum sum mál, at um 10 ár skuldi danska ríkisveitingin verða burtur, staðfesti Høgni Hoydal, og hann spurdi Kaj Leo Holm Johannesen um hann vildi tikið undir við, at vit aftur settu okkum eitt slíkt mál.
Men tað var sambandmaðurin ikki ordiliga við uppá.
- Eg síggi donsku ríkisveitingina akkurát sum allar aðrar inntøkur vit hava av fiskivinnuni, og øðrum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.