Nú klokkan 19 verður árliga uppboðssølan hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag í Hvalba.
Hetta er ein uppboðssøla, har tey hava seyð og ymiskt av seyði, til sølu. Uppboðssølan verður nú klokkan 19 í kvøld, og hon verður í pakkhúsinum á Bíargarði í Hvalba.
Longu nú ber til at bjóða upp á seyð á við at senda sms á tlf: 218783 ella við at bjóða á www.gevbod.com
Á uppboðssøluni í ár eru 11 livandi lomb, seks veðrar og fimm gimburlomb, og ein livandi veðrur verður eisini. Umframt hetta, eru tvey sundurlimaði veðrakrov, sperðlar, lundar og ymiskt annað á søluni.
- Hetta er trettanda árið, at uppboðssølan verður hildin og allur peningurin, sum kemur inn, fer til at reka Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, og hetta er eisini ein ein týðandi partur av inntøkunum hjá felagnum.
Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag er eitt virkið og væl útgjørt bjargingarfelag, sum eitt nú tekur sær av leiting, bæði á sjógvi og landi. Felagið tekur sær eisini av stormskaðum og øðrum uppgávum í sambandi við tilbúgvingina.











