Um eg fái ein laks so spæla vit ein nýggjan sang

Hamradun lovar mergjaðan rock á Summar Festivalinum

Í vikuni hitti reportarin hjá Summar Festivalinum sangaran og gittaraspælara í rockbólkinum Hamradun, tá ið teir stóðu við tráðu í Trongisvági.

 

Hamradun spælir á Summar Festivalinum í ár, og framførslan verður á Vágsbø fríggjakvøldið.

 

– Vit spældu á Vágsbø í 2018, og tað var fantastiskt. Fólk vóru við allan vegin. Har er gott publikum at spæla fyri, sigur Pól Arni Holm, sangari í Hamradun.

 

Uni Debess, gittarspælari, sigur at bólkurin hevur valt rockkendar og sangvinarligar sangir til framførsluna á Vágsbø.

 

Hann stóð við tráðu í Trongisvági og lovaði skemtandi, at um hann fekk ein laks, skuldi Hamradun spæla ein nýggjan sang. Bólkurin er í ferð við at gera nýggja útgávu. 

 

Her ber til at síggja video-samrøðu við Hamradun:

 

##med2##