Virgar T. Dalsgaard
-------------
Tá ið eg sá ta erkvisnu og heldur naivu viðmerkingina hjá tí orðafobiska Dávidi Isfeldt til ein greinastubba hjá mær fyri einum 14 døgum síðani, ætlaði eg mær, satt at siga, ikki at svara Dávidi aftur. M.a. tí, at eg helt, at David leyp aðalmálið og kvintessensin í greinini um, vavdi málið inn í óviðkomandi uttanumtos og harafturat skeiklaði greinahvølpin burtur úr rímuligum proportiónum.
Mín greinastubbi var eitt beskeðið herðaklapp til ein gløggan føroyskan langfaramann, Finn Hansen, sum loyvdi sær eitt ironiskt hjartasuff um blokkbandan, sum hevur herjað føroyska økonomi hesi seinastu sjey árini. Hjá tí ódølska lesaranum er tað ein banal konstatering, at greinin hjá mær ikki handlaði um kriminellan terror, men um .fíggjarliga- og sociala terrorismu ella yvirgang.
Men henda inferiøra viðmerking hjá mær má hava tikið og nitið fast í tí frelsta partinum av tí nationala fylginum, tí síðani tá hevur allarfyrst ein følsom litteratur-frúgv, sjálv Oddvør Johansen allierað seg við Isfeldti í bløðunum, og tey sterkt forargaðu orðini frá frúnni vísa týðuliga, at hon er politiskt mobiliserað av firtnum oddamonnum í fullveldisrørsluni.
Stutt eftir fekk frúgvin ein annan sensitivan poet, tann lítillætna søgusmiðin, Jóhannes Nielsen at fylkjast við sær móti Rolfi Guttesen, meðan Dávid hevur fingið sær pápa sín, Albert Isfeldt, sum assisterandi orða-arkitekt móti mær.
Hetta er eitt imponerandi valdralið av nationalum fantastum, sum óstortsliga søkja sær sína intellektuellu kjølfestu í púra leysari luft. Tað er jú eitt kent gamalt snildi hjá sofistum at smoyggja motiv og meiningar, sum vit onnur ikki hava, niður yvir okkum og so hvast indigneraðir herja á hesar fiktivu áskoðanir. (Er tað ikki júst disputering à la Erasmus Montanus, harra Albert Isfeldt?)
Tað er avgjørt tankavekjandi, at eitt so lítið kjøtbein, kann fáa frúnna og fedgarnar Isfeldt upp at goyggja við persónligum briksli móti bæði Rolfi Guttesen og mær, uttan at tey royna nakra argumentatión um tað, sum málið reelt snýr seg um, nevniliga tær socialu avleiðingarnar av blokkniður-skurðinum og sjálvan blokkbandan.
Kritikkur contra søguligum sjálvcensuri
Bæði frúgvin, poeturin og feðgarnir hanga seg almikið í formin, meðan tey næstan ignorera substansin. Tey halda okkum vera mestsum óargadýr, meðan lesarin skal konkludera, at tey harafturímóti eru sjáldsom hampafólk. Teimum dáma lítið, at eldri útisetar skriva, og tey kunnu hvørki torga kritikk ella ironi. Tað er ein erlig sak við slíkum fobiskum fordómum, men er tað ikki heilt irrelevant fyri debattina?
Líka síðani franski útisetin, skaldið og megindebattørurin, Francois Voltaire setti dagsskránna í europeiskum orðaskifti, hevur hvassur ironiskur kritikkur verið grundarlagið undir allari debatt. Uttan kritikk, eingin debatt! Men sjálvandi skal kritikkur vera væl funderaður og undirbygdur.
Hvussu og í hvørjum stíli kritikkurin verður framførdur, má vera ein privatsak, bara hann er korrektur! Kunnu tit, feðgar og frúgvin bara vísa á eitt argument hjá okkum, sum ikki hevur verið dokumenterað ella undirbygt, fara vit takksamir alt fyri eitt at erkenna okkara mistak og biðja um fyrigeving.. .
Í miðjari grein kemur frúgvin Oddvør við einum skakandi søgu-sjónarmiði, sum eg ikki trúði, at nakar tordi at brúka, síðani annað verðinskríggj helt uppat. Hon advokerar skammleyst fyri, at politisk ”mistøk” og ”dáragerðir” helst skulu gloymast, fortrongjast og krógvast burtur. Tað unga ættarliðið skal helst ikki fáa for nógv at vita um fortíðina! – Hvat er hetta fyri ein perverterað søguuppfatan? Hetta er verri enn tað, sum skaldið H. M. Enzenberger nevnir destruktivan sjálvcensur.
Var tað ikki júst hetta søguliga fornoktilsið, sum flestøll hava kritiserað bæði tey kommunistisku- og fascistisku diktaturini fyri?
Í einum demokratiskum samfelagi, kann tað aldri góðkennast, at nakar søguligur tilburður verður fortrongdur, strikaður ella lopin um. Allur ungdómur hevur rætt til at vita, hvussu fortíðin hevur verið!
Eitt annað løgið argument hjá frúnni er, at søgutilfarið frá 1930´unum, 1940´unum ella 1950´unum nú knappliga skal vera for gamalt at fáast við. Tað er ikki óstuttligt, tá ið hugsað verður um, hvussu nógvar ovurgamlar mytur um Magnus Heinason og Nólsoyar Páll, sum man framvegis plágar skúlabørn við. Vit lata skúlabøkur taka tær gomlu myturnar uppaftur, ferð eftir ferð, hóast tær als ikki eru eftirfarandi. Men tann søgan, sum bara liggur eini 70 til 80 ár aftur í tíðini – hon skal tigast burtur. Hvar er logikkurin í hesi selektivu pedagogikk?
Ómanslig kidnapping
av føroyskum parlamentarikara
Í hesum sambandi kann eg stutt nevna nøkur fá grotesk dømi um fornoktilsir og tabu í føroyskari søguskriving:
Tá ið loysingar-hetzurin móti javnaðar, sambands- og sjálvsstýrisfólki var uppá tað allarharðasta í 1945/46 var tann parlamentariska støðan í tinginum so hárfín sum 12 móti 13, av tí at flokkurin hjá Louis Zachariassen einki mandat hevði fingið. Í hesum spenta politiska klima var tónin so fúlur, at ein ovurallergiskur hampamaður sum David Isfeldt hevði steinsvímað, hevði hann hoyrt ella sæð orðalagið á tingi og í bløðum.
So ein penan dag í tinginum varnast formaðurin, at tað er parlamentariskur paritetur, tí ein javnaðartingmaður manglar. Tað stendur nú á jøvnum, 12 til 12.
Hvat var hent og hví? Jú, fýra vælkendir havnarmenn úr fullveldisgonguni – eg skal ikki nevna teir her – høvdu kidnappað ein av okkara parlamentarikarum við bili og síðani koyrt hann út í ein summarresidens í Havnardali, har hann varð drukkin dýrandi fullur og læstur inni í einum kjallara í full trý samdøgur. Hetta førdi við sær, at fleiri tingmál ikki kundu avgreiðast, tí tað stóð á jøvnum. Hetta er eitt kalt kyniskt søguligt faktum, sum vit høvdu ógvast um, hvis tað var í Suðuramerika.
At hindra einum parlamentarikara í sínum arbeiði, er ikki bara ússaliga feikt og ódemokratiskt, men verður í flestu londum takserað til fleiri ára fongsul. Allan mín ungdóm varð nógv tosað um hesa hending, og fólk roknaðu við, at hetta fór at standa í øllum komandi søgubókum, men gakk, tær vesæligu føroysku skúlabøkurnar nevna ikki henda tilburð við einum orði. Ein slík søgulig fortronging hevði ikki gingið í nøkrum øðrum landi, frú Oddvør og harrarnir Isfeldt. Var henda hending ikki politiskur terror?
Louis Zachariassen fekk húsini útmeiggjað við fólkalorti og grafitti næstan hvørja nátt í mánaðarvís av loysingum. Skaldið, Martin Joensen varð yvirfallin og smurdur av við runubløkum, bara tí hann var blaðstjóri á javnaðarblaðnum, Sosialinum. Fleiri Dimmalættingarmenn máttu javnliga gista á prentsmiðjuni, tí politiið í Havn ikki sá seg ført fyri at verja teir á heimvegnum móti yvirgangi. Er slíkt ikki terror, harra Isfeldt?
Men tað kemur valla í søgubøkurnar fyribils, og inntil tá, mugu útisetar ella onnur óargadýr minna fólk aftur á tað, so tað ikki verður súltað ella krógvað heilt burtur.
Ikki langa tíð eftir hetta stóð ein leiðandi nationalur føroyskur politikari og segði týðuliga á almennum fundi, at fremsta endamál teirra var ”at reka allar sambandsmenn úr øllum politiskum álitisstørvum her á landi”. Hvørja eufemismu vil tann hysteriskt omomatofobiski David Isfeldt brúka um slíkan ódemokratiskan orðahetz? Í mínum verbala hugaheimi er slíkt analogt við politiskan terror. Men hetta fer tíverri heldur ikki at standa í søgubókunum hjá nationalistunum.
Í nýggjari tíð fekk Atli Dam javnliga øll fýra bildekk uppskorin ymsastadni í Havn – tað var kanska ”bara” herverk, men níðingsverk var tað!. Kemur hetta faktum í ta eufemistisku søgubókina hjá puritanaranum í Hósvík?
Hvat verður fyrst passé: Søgan ella nationalisman?
Bæði frúgvin og feðgarnir royna seg sum serføroysk apollinsk orakul og spáa, at vit útisetar og øll ”tvørlig” søguskriving er passé. Hetta er eitt forfeingiligt hop, sum frúgvin og feðgarnir væl kunnu ugga seg við, tí Rolf og eg eru somikið gamlir, at kalendarin setir skjótt mark fyri, hvussu leingi vit halda á! Men ein djørv, avdúkandi og álítandi søga verður kortini aldrin passé, frú Oddvør!
Kann henda, at bæði Isfeldtarnir og frúgvin Johansen kunnu koma at vakna við glerkaldan dreym, tá ið tey síggja, hvussu nógv ungfólk og eisini tilkomin fegin vilja hava nógv meira eksakta vitan um, hvussu loysingarmenn leikaðu í, serliga í 30´unum og 40´unum. Og tey ungu hava allan rætt til at fáa hesa vitan: Ella tolir tann nationala rørslan ikki, at hennara søga verður avdúkað?.
Tað er ein ófyrigevilig eufemisma, tá ið frúgvin kallar terrorin frá nationalistunum fyri ”dáragerðir”, gjørdar av ovurhuga, – nei, frúgvin Johansen, illgerðirnar vóru ikki meinaleysar dáragerðir, tað var terror, intimidering og morðroyndir. Og tað er láturliga primitivt, tá ið arkitekturin, Albert byggir sína spinklu argumentatión uppá at samanbera kriminellan atburð sum attentatroyndir og korporlig álop við friðarligar demonstratiónir í Kjøpinhavn.
Tann prúði havnarmaðurin, Robert Mohr Poulsen, sum í nógv ár var bodyguard hjá Petur Mohr Dam, kundi fortelja um ørgrynni av episodum, har Dam ikki hevði rósað av ferðini, hvis Robert ikki hevði verið hjástaddur. Teir loysingar, sum trokaðu seg fram, vóru ikki ovurviðkvæmir hampamenn sum Isfeldt ella stílreinar mimosur sum Oddvør – nei, tað vóru hatifullir og eirindaleysir ótangar. Hetta kundu politistar í Havn vátta.
Eg fari at gevast skjótt (poetin Jóannes vendi eg aftur til), men lat meg enda við eini metaforu hjá frúnni:
Oddvør heldur fyri í síni grein, at ketan hjá mær og Rolf er farin av! – Gaman í, men vit duga skjótt at fáa hana uppáaftur.
Harafturímóti tykist mær, at frúgvin ongantíð hevur fingið sína ketu uppá, og tí koyrir hon í konstantari andiligari tómgongd, uttan at koma av fetinum. Eg skal ikki vera so ógalantur, at eg fari at pástanda, at hon er útbrend ella passé, men sum flestu nationalistar er hon tó uppsteðgað og stendur mest í stað. Tað er jú intellektuel stagnatión, tá ið man fer at kalla, í staðin fyri at argumentera.
Lat meg til allarsíðst enda við einum citati hjá tí fyrrnevnda franska útisetanum, Voltaire:
”Eg eri fulkomuliga ósamdur vid tygum, og mær dámar ikki tygara sjónarmið, men eg fari at stríðast fyri, at tygum fáa lov til at behalda tey.” Slíkt stórsinni hevði klætt øllum debattørum!









