Árni Olafsson
Í skrivandi løtu (15. november 2001) veit undirritaði ikki, hvussu leitiboringin hjá The Atlantic Partnership skarst, t. e. um kolvetni vórðu funnin í rakstrarverdum nøgdum ella ikki. Verða framleiðsluverdar nøgdir funnar, stingur spurningurin seg upp um, hvar framleiðslan skal sendast: til Føroya ella til útlandið, við skipum ella í rørum. Endalig støða skal í hvørjum einstøkum føri takast, tá ið myndugleikarnir góðkenna eina ætlan fyri útbygging av eini oljuleið.
Oljuráðleggingarnevndin umrøddi henda spurning í frágreiðing síni frá 1997. Hon mælti til at seta reglu inn í kolvetnislógina um, at kolvetni framleidd á føroyskum landgrunni skuldu takast í land í Føroyum, uttan so at landsstýrið góðkennir annað. Landsstýrið kann áseta treytir fyri góðkenningini. Hetta kom eisini við í lógina sum grein 18.
Neyðugt var at taka støðu til spurningin um at hava slíka reglu, longu áðrenn loyvi vórðu givin, fyri at umsøkjarar greitt skuldu vita, áðrenn teir søktu um leitingarloyvi, hvørja støðu føroyskir myndugleikar høvdu til spurningin um at taka kolvetni í land. Teir sum í ár hava borað úti á landgrunninum hava sostatt vitað, at høvuðsreglan er, at framleiðslan skal takast upp á land í Føroyum, men at møguligt er at gera undantak frá hesi reglu, um føroyskir myndugleikar halda, at hetta samanumtikið er best fyri Føroyar.
Tjóðskapur
Í frágreiðingini hjá oljuráðleggingarnevndini er í kapitli 4.3 greitt gjølliga frá, hví mælt varð til at treyta sær rætt at krevja, at kolvetni verða førd í land í Føroyum. Hetta hava øll norðsjóvarlondini meira ella minni staðiliga kravt, inntil reglurnar í oljudirektivinum frá 1994 hjá ES/EBS settu bann fyri slíkum tjóðskaparligum krøvum. T. d. hevur spurningurin um, hvar oljan og gassið úr norska landgrunninum skuldi takast í land verið ein aðaltáttur í norskum oljupolitikki, og leikluturin hjá norska statsoljufelagnum STATOIL hevur ikki minst verið at røkja norsk samfelagsáhugamál á hesum øki. Endamálið er fyrst og fremst at tryggja sær ræðið yvir, hvar framleiðslan fer og undir hvørjum treytum. Verður framleiðslan send í útlond í rørleiðingum, sum aðrir eiga, verða føroysku kolvetnini flutt undir treytum og krøvum, sum fremmandu eigararnir áseta, m. a. um flutningsgjøld. Hetta kann minka munandi um ágóðan , sum føroyska samfelagið fær av kolvetnunum.
Nakað av týdningi hava eisini tey arbeiðspláss, ið eru á staðnum, har kolvetni verða tikin í land. Fyri at taka tvey lendingarstøð, eg sjálvur havi vitjað, eru á Flotta í Orknoyum um 400 arbeiðspláss knýtt at ílandføringini og í Sullom Voe í Hetlandi væl fleiri. Talan er um góð arbeiðspláss til fólk við góðum førleika í eitt áramál, ið er longri enn tað, sum flestu onnur virki kunnu rokna við. Hinvegin má ansast væl eftir yvirupphitingarvansanum, tá ið eitt inn- og avskipingarstað fyri kolvetni verður bygt.
Umhvørvi
Atlitið, sum takast skal til umhvørvið, nýtist ikki at verða nøkur forðing. Bæði í Flotta og Sullom Voe, eins og á øðrum støðum um okkara leiðir, har kolvetni koma í land, er bæði reint og nosligt, tí myndugleikarnir krevja, at væl verður farið um; og í okkara parti av heimum royna oljufeløg sítt ítasta fyri at sleppa undan ákærum um dálking. Heldur ikki hevur verið talan um sjódálking av týdningi. Einasta umfatandi oljudálkingarvanlukkan í Hetlandi, tá ið Braer í illveðri fór á land undir Sumburgh Head í januar 1993, stóðst sum kunnugt ikki av oljuvirkseminum í Hetlandi, men av einum tangaskipi, ið sigldi framvið á veg úr Noregi til Amerika. Ein slíkur tilburður kann eisini henda undir Føroyum nær tað skal vera, um vit hava oljuvirksemi í landinum ella ikki.
Sjálvsagt kann hugsast, at um kolvetni verða funnin í smáum nøgdum, fjart frá eini møguligari framtíðar rørleiðing, ella langt úr landi, t. d. nær miðlinjuni móti Bretlandi, ella undir øðrum umstøðum, kann viðkomandi oljusamtak seta eitt roknistykki upp, sum vísir, at tað loysir seg munandi betur fyri teir, at framleiðslan verður flutt beinleiðis til útlond. Um so er mugu oljusamtakið og myndugleikarnir í felag finna eina loysn, sum tryggjar landsins áhugamál, harímillum hóskandi úrtøku til føroyska samfelagið, samanborið við úrtøkuna, um ført verður í land í Føroyum, sum treyt fyri at undantak verður latið. Í slíkum samráðingum standa føroyskir myndugleikar sterkir, um ikki talsmenn fyri politisku skipanina í Føroyum frammanundan hava fingið oljusamtøkini at halda, at føroyingar ? uttan mun til, hvat løgtingið helt, tá ið kolvetnislógin varð samtykt í 1998 - í forhond hava gjørt av at fráskriva sær møguleikan fyri at taka kolvetni í land í Føroyum.










