Um aftaru og fremru stong

Kristin Poulsen í Fuglafirði hevur í vikuni áhugavert lesarabræv um fjølmiðlamál, har hann eitt nú undrast á okkurt av tí, sum sagt verður í útvarpsfrásagnum frá ítrótti. Millum annað spyr hann um nakað, hann sigur meg bera fram øðrvísi enn hinir frásøgumenninir, og eg vil eftir besta førimuni royna at svara

Í lesarabrævinum skrivar Kristin soleiðis: »Eg kundi hugsað mær at spurt Hilmar Jan Hansen, hvør stólpi er aftari, tí er annar aftari enn hin, so átti hann at verið fluttur! Hví ikki siga, sum hinir frásøgumenninir, handari stólpi og næsti stólpi?«

Fyrst undrist eg á, at orðið stólpi verður brúkt, tí – sum flestallir føroyingar – sigi eg stong. Í mínari verð hevur málið tvær stengur, tveir tríkantar og ein yvirleggjara. Stólpi er ikki nakað, eg brúki í vanligari útvarping, tíansheldur í vanligari talu.

Havi tó onkra hendinga ferð brúkt orðið stólpi, og tá hevur tað gjarna verið eitt slag av endurgeving eftir Árna Gregersen, sum segði »stólpa út og stólpa inn« í einum av fyrstu altjóða skrásettu landsdystunum hjá fótbóltslandsliðnum.

Hetta er annars beinleiðis umsett frá tí danska »stolpe ud og stolpe ind«, sum danskarar brúka dúgliga. Sjálvur haldi eg eisini, at orðið stólpi ljóðar fremmant í fótbóltshøpi, tí orðið stong er nógv snøggari og – eftir mínum tykki – eisini rættari.

Skal í hesum viðfangi eisini viðganga, at eg ivaleyst eisini onkuntíð havi nevnt »stólparótina«, sum ikki er minni danskt, heldur enn føroyskt. Nú er kappingarárið í fótbólti skjótt av á hesum sinni, men tað má eg royna at leggja av, tí eg vil ikki ganga undan við at seta stólpa í staðin fyri stong!

Men lat tað bara fara, tí spurningurin hjá Kristini snýr seg fyrst og fremst um hetta við at siga »aftaru« og »fremru« um stengurnar, heldur enn at siga »næstu« og »handaru«.

Til tað er at siga, at fremsta uppgávan hjá okkum frásøgufólkum er at vera eygu hjá teimum, ið lurta og ikki síggja dystin. Og hóast vit ofta gloyma at siga tað, so kann tað jú vera lurtaranum til stóra hjálp, um hann eitt nú veit, at nú spælir annað liðið ímóti norðara málinum og hitt ímóti syðra málinum.

Tað sama er við »aftaru« og »fremru« stong, sum eg vil lýsa við hesum dømi: Hevur annað liðið eitt hornaspark í vinstru síðu, so kann lurtarin gera sær eina nógv greiðari mynd av, hvar menn og bóltur eru, um hann fær at vita, at ein spælari skallar bóltin í málið »við fremru stong«, enn um eg segði »við næstu stong«.

Í beinleiðis frásøgn í ítrótti henda tingini so mikið skjótt, at skalt tú fara at blaða í orðabókini, meðan sagt verður frá fyrsta málinum í einum dysti, kunnu skjótt tvey mál vera komin aftrat, áðrenn tú hevur funnið rætta orðið. Tí kemur sjálvandi eisini fyri, at okkurt fer eftir skeivum enda, tí stundir ikki eru at venda øllum, áðrenn tað fer út.

Men so er tó ikki við »aftaru« ella »fremru« stong, ið bert ørkymlar lurtaran, um hon nú eisini skal flytast. Ikki fyrr enn eg fái eina fullgóða grundgeving, síggi eg orsøk til at siga annað. Spurningurin hjá Kristini hevði neyvan heldur verið settur, var tað ikki júst tað, at hann jú skilti munin…

So vil eg at enda leggja eitt aftrat, sum eg haldi hava alstóran týdning, tá talan er um málbrúk: Tað má altíð vera høvuðsendamálið, at tey, sum taka ímóti, skilja tað, ið verður borið fram. Sjálvandi skal vandast um málið, men ikki má gloymast, at endamálið við tí er samskifti og einki annað!

E.S. Annars takk fyri føgru orðini!