Um 250 grindahvalir hava gjørt landgongd við Maqcuarie á vesturstrondini í Tasmania í Australia, og mett verður, at eini 25 teirra longu eru deyðir.
Fleiri altjóða miðlar skrivað, at hildið verður, at hetta telist millum størstu landgongdirnar, ið hava verið í Australia, og djóraverndarmyndugleikar eru nú í ferð við at meta um heilsustøðuna hjá teimum hvalunum, ið framvegis eru livandi.
Eftir ætlan verður ein roynd gjørd í morgin at fáa hvalirnar út á sjógv aftur.
Sum skilst er talan um tveir bólkar, ið hava gjørt landgongd um 100 metrar frá hvørjum øðrum.











