Tað er ikki bara tvey góð og sterk fótbóltslið, sum kappast um at gerast steypavinnari í ár. Talan er eisini um tvey væl skipaði fjepparafeløg, "Bláa Bylgjan" hjá KÍ, og "Ultras" hjá Víkingi, sum kappast um at vinna dystin uttanfyri vøllin, og vilja gera alt fyri, at stuðulin til júst teirra lið skal verða tann besti.
"Ultras" liggja ikki á løtu síðuni. Hvørt kvøld koyra tey í Ultras runt bygdirnar í Eysturkommunu, og minna fólk á, at nú er fimta steypafinalan hjá Víkingi í hond.
Koyrt verður bæði í opnum lastvogni, har Jógvan Óli Kristiansen og aðrir Víkinga-fjepparar veittra við Víkingi-fløggum. Til átakið er eisini útvegaður ein vøruvognur, sum hevur teir røttu Víkinga-litirnar.
Tað verður herjað á hvørt kvøld í Eysturkommunu. Nú bíðað fólk spent uppá einum mótspæli frá teimum í "Bláu Bylgju", sum eisini eru intiativrík og hugflogsrík, tá tað ræður um at stuðla KÍ.
Eitt stórt rós til "Ultras" fyri hetta átakið, sum ger fótbóltin enn litríkari. Meir av hesum takk!










