Danski sjónleikarin Ulrich Thomsen er klárur at spæla leiklutin sum Stein Bagger í nýggjum donskum filmi.
Peter Aalbæk Jensen, sum herfyri varð kendur millum føroyingar flest sum dómari í ?Talent?-kappingini og sum er filmstjóri hjá ?Zentropa?, ætlar sær í næstum undir at gera ein film um danska handilsmannin Stein Bagger og har vil hann fegin hava Ulrich Thomsen at spæla høvuðsleiklutin.
- Tað ljóðar stuttligt, sigur Thomsen frá. ? Men kanska skal hann verða dømdur fyrst. Tað kann jú vísa seg, at einki áhugavert er í søguni. Hevur hann ikki bert snýtt skattamyndugleikarnar? Tað skal jú helst vera drama og ein mótpartur.
Sjálvur ætlar Aalbæk sær eisini at bíða til eftir rættargongdina, so kanska filmurin ikki kemur fram fyrr enn um nøkur ár.