Ullevaal fær væntandi graslikisvøll

- Vit fara at taka málið til viðgerðar innan eitt ár. Tøknin ger, at graslíkið gerst alsamt betri og betri, sigur forsetin í norska fótbóltssambandinum, Yngve Hallén.

 

Ståle Solbakken sum verður norskur landsliðsvenjari á sumri í 2012 er tó ógvuliga skeptiskur. - Hetta er nýtt fyri mær. Eg vóni kortini, at eg fái eitt orð at siga í hesum málinum, sigur Ståle Solbakken við VG.

 

Í Danmark er ikki loyvt at spæla dystir á graslíki í tveimum teimum ovastu fótbóltsdeildunum. Ståle Solbakken heldur ikki, at Noreg gongur í takt við nógvar aðrar fótbóltstjóðir, um teir leggja graslíkið á tjóðarvøllin. - Tað er bara í Moskva, at tað er hent, staðfestir Ståle Solbakken.

 

Helvtin av leikvøllunum í bestu norsku fótbóltsdeildini hava graslíkið á heimavølli sínum. Hønefoss, Kongsvinger, Odd Grenland, Stabæk, Strømsgodset, Tromsø og Aalesund hava øll graslíkisvøll.

 

Fyrsta norska fótbóltsfelagið, sum fekk graslíkisvøll var norðurnorska felagið, Harstad. Hetta var í 1977.