Ull er aftur vorðin føroyskt "gull"

Longu fyrsta árið hjá fyritøkuni byrjaði tógvfyritøkan, Navia á Toftum, at hyggja út um landoddarnar - og í fyrsta lagi til Danmarkar, har Navia tógvið gongur sum heitt breyð. Í dag selja 71 handlar í Danmark føroyska tógvið - og í Noregi eru handlarnir 40 í tali. Nú verður arbeitt við svenska og týska marknaðinum, har føroyska tógvið eisini verður at fáa til keyps, sigur ungi maðurin, Óli Kristian á Torkilsheyggi, sum eigur Navia-fyritøkuna

Ull er "gull"

Tógvfyritøkan, Navia á Toftum, er hóast sín unga aldur, vorðin eitt kent navn í Føroyum. Fyritøkan varð stovnað í januar 2004, og við ungum kreftum og stórum áræði hevur Navia víst, at ull saktans kann vera gull. Navia-tógvið er væl móttikið her á klettunum - og fæst nú í 35 ymiskum handlum kring landið.
- Navia-tógvið er tað, tey rópa náttúrutógv. Tað merkir, at tilfarið er 100% rein ull. Tógvið verður framleitt í trimum ymiskum tjúktum og seks ymiskum litum.
Óli Kristian á Torkilsheyggi, sum eigur fyritøkuna, sigur, at Navia hevur lagt seg eftir at veita brúkarunum tógv, sum er bleytt, men sum ikki niblar so illa.
- Litirnir eru mjúkir og klassiskir og hanga væl saman, so tilber at gera mangt eitt vakurt og snøgt plaggið úr tógnum, sigur hann.

Eisini uttanlands
Longu á heysti 2004 byrjaði Navia at hyggja út um landoddarnar - og í fyrsta lagi til Danmarkar, har Navia tógvið gongur sum heitt breyð.
- Í dag selja 71 handlar í Danmark føroyska tógvið - og í Noregi eru handlarnir 40 í tali. Í løtuni verður arbeitt við svenska og týska marknaðinum, har føroyska tógvið eisini verður at fáa til keyps, sigur ungi maðurin, Óli Kristian á Torkilsheyggi.
Hann vísir á, at eftirspurningurin eftir tógvi úr 100% ull er sera stórur í londunum rundan um okkum.
Tógvið, sum Navia selir, er úr bestu ullini, sum føroyskur, hetlendskur og avstralskur seyður ber.
- Framleiðslan fer fram á spinnaríi í Noregi, og her heima í Føroyum tekur Navia sær av marknaðarføringini, sigur hann.

Bindibók
Fyri aðru ferð hevur fyritøkan á Toftum saman við Bindibúðini í Havn, sum Eyð Nolsøe eigur, skipað fyri mynsturkapping, har vinnandi mynstrini koma í bindibókina.
- Í ár varð kappingin útskrivað í januar, og innlatingarfreistin var 1. juni.
Óli Kristian á Torkilsheyggi sigur, at dentur varð lagdur á, at mynstrini skuldu vera nýskapandi við føroyskum uppruna.
- Vit fingu ikki færri enn 110 ymisk mynstur, og av hesum komu 23 við í nýggju bindibókina, sum kom út á Torginum í SMS, 29. september, tá ið Navia og Bindibúðin í hesum sambandi skipaðu fyri stórari framsýning.
Hann vísir á, at mynstrini eru sera ymisk, soleiðis at nýggja bindibókin hevur eitt uppaftur breiðari úrval enn seinasta bókin, sum kom út fyri júst einum ári síðan.
- Fyritreytin fyri at kunna útflyta føroyskt tógv, er, at fólk, sum skulu keypa tógvið, hava eina bindibók, haðani tey kunnu fáa hugskot til ymisk pløgg, og tað er ikki minst í hesum sambandi, at vit geva út bindibókina, sigur Óli Kristian á Torkilsheyggi.
Tað er ikki minst í hesum sambandi, at Navia á Toftum og Bindibúðin í Havn geva út eina bindibók í felag við ymiskum hugskotum.

Framsýningin
Nógv fólk vitjaðu framsýningina á Torginum í SMS, har øll pløggini, sum komu inn í mynsturkappingini, vórðu sýnd fram. Skipað varð eisini fyri bindikafé, livandi tónleiki og øðrum spennandi tiltøkum, eitt nú eini kapping um at gita longdina á einum noða. Her var vinningurin ein ferð til Danmark.
Óli Kristian á Torkilsheyggi og Eyð Nolsøe vóru væl nøgd við framsýningina á Torginum, sum vardi frá seinasta hósdegi til leygardagin.