Ukrainskur ráðharri: Fleiri Wagner-hermenn á veg til Bakhmut

Russland ætlar sær at hertaka Bakhmut í seinasta lagi 9. mai við hjálp frá Wagner-bólkinum, metir varaverjumálaráðharri.

 

Sambært ukrainska varaverjumálaráðharranum, Hanna Maliar, hevur Russland ætlanir um at hertaka býin Hakhmut í eystara parti av Ukraina í seinasta lagi 9. mai.

Og í tí sambandi eru fleiri leiguhermenn frá Wagner-bólkinum, sum stríðist á russisku síðuni í krígnum, á veg til býin.

Tað sigur ráðharrin við ukrainskt sjónvarp sambært Reuters.

– Vit síggja teir nú taka hermenn á øllum hermótinum, har Wagner-hermenn hava verið.

– Teir senda teir ímóti Bakhmut, sigur Hanna Maliar.

9. mai hátíðarheldur Russland sigurin hjá Sovjetsamveldinum á Nazitýsklandi undir seinna heimsbardagar. Og í hertøkuni av Bakhmut hava Wagner-hermenninir ein týðandi leiklut, meetir ukrainski ráðharrin.

Fyrr í dag boðaði leiðarin hjá Wagnerbólkinum og stovnarin, Jevgenij Prigozjin, at hann fer at taka hermenninar úr Bakhmut 10. mari.

/ritzau/