Ukrainskur dómari dømir sín fyrsta A-landsdyst á Tórsvølli

Føroyar og Armenia fáa ein minni altjóða royndan dómara til Nations League dystin á Tórsvølli

Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska A-landsliðið triðja dystin í hesi Nations League kappingini.

 

Í heimadysti í Deild C bólki 4 taka Føroyar móti Armenia á Tórsvølli. Føroyar hava eitt stig fyri tveir dystir, meðan Armenia hevur trý stig fyri tveir dystir.

 

Høvuðsdómari til dystin verður 35 ára gamli ukrainin, Oleksiy Derevinskyi.

 

Talan verður um fyrsta A-landsdystin hjá Oleksiy Derevinskyi, ið hevur dømt U17, U19 og U21 landsdystir síðani 2022. Oleksiy Derevinskyi hevur eisini síðani 2022 dømt dystir í evropeiskum kappingum fyri felagslið.

 

So tað er ikki tann mest altjóða royndi dómarin, ið fer at leiða dystin á Tórsvølli hóskvøldið. Tað hendir rættiliga ofta, at minni royndir dómarar døma í Føroyum. Tað sæst eisini ofta, tá føroysku felagsliðini royna seg í evropeiskum dystum.

 

Nations League C, Bólkur 4:

 

19:45 GMT - Tórshavn (Tórsvøllur)

 

FØROYAR - ARMENIA

 

Høvuðsdómari: Oleksiy Derevinskyi UKR

 

Hjálpardómari 1: Semen Shlonchak UKR

 

Hjálpardómari 2: Viktor Matyash UKR

 

Fjórði dómari: Vitaliy Romanov UKR

 

UEFA Dómaraeygleiðari: Laurent Duhamel FRA

 

UEFA Umboð: Kari Haapiainen FIN

 

(UEFA hevur enn ikki ásett VAR dómara og VAR hjálpardómara til dystin).