Ukrainskar sendistovur fáa "blóðugar" pakkar

- Higartil hevur eingin átikið sær ábyrgdina av pakkunum, veit tíðindastovan Reuters at siga.

Uttanríkisráðharrin í Ukraina, Dmytro Kuleba.

- Ukrainsku sendistovurnar í Rumenia og Danmark hava fingið sendandi "blóðugar pakkar".

 

Tað sigur ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, sambært Reuters í dag.

 

Tað er ikki alment kent, hvat hevur verið í hesum pakkum.

 

Fráboðanin í dag kemur fáar dagar eftir, at aðrar ukrainskar sendistovur hava fingið blóðugar pakkar við djóraeygum í.

 

Herfyri frættist eisini, at ein røð av adressum, sum hava samband við verjusamgonguna Nato og/ ella Ukraina, høvdu fingið sendandi brævbumbur frá ókendum sendara.

 

Reuters veit at siga, at pakkarnir sambært ukrainskum myndugleikum vóru sendir til sendistovur í eitt nú Ungarn, Niðurlondum, Póllandi, Kroatia og Italia.

 

- Higartil hevur eingin átikið sær ábyrgdina av pakkunum, verður lagt aftrat.

 

 

 

Uttanríkisráðharrin í Ukraina, Dmytro Kuleba.