Ukrainsk loftverjurakett dottin niður í Hvítarusslandi

Tað var ein líknandi rakett, sum datt niður í Póllandi í november.

 

Russiska tíðindastovan Tass veit at siga, at ein ukrainsk rakett er dottin niður í Hvítarusslandi í dag. Tíðindastovan Belta í Hvítarusslandi skrivar eisini um hendingina.

 

Sagt verður, at talan er um eina S-300, ið er ein loftverjurakett, sum verður brúkt til at skjóta niður aðrar rakettir og flogfør. Tað var ein líknandi rakett, sum datt niður í Póllandi í november.

 

Í dag hava russar skotið fleiri rakettir eftir málum í Ukraina, og her hava ukrainar longu sagt, at teir hava skotið niður tær flestu russisku rakettirnar, áðrenn tær raktu málum.

 

Reuters, sum endurgevur tíðindastovuna Belta, veit at siga, at verjumálaráðið í landinum hevur sett eina kanning í verk.

 

Kanningarfólk í Hvítarusslandi arbeiða nú á staðnum, har rakettin datt niður og forseti landsins, Aleksandr Lukasjenko, er kunnaður um hendingina, verður lagt aftrat. 

 

##med2##

 

Dagført:

 

Tað seinasta nýggja er, at verjumálaráðið í Hvítarusslandi sigur, at ukrainska loftverjurakettin varð skotin niður klokkan 10 í morgun, lokala tíð. Tað veit tíðindastovan Reuters at siga. 

 

Einki er frætt um persónsskaðar.

 

- Eingin orsøk er til stúran. Tíverri hendir slíkt, sigur hernaðarkommiserurin í regiónini, Oleg Konovalov, sambært Reuters.