Ukrainsk korngoymsla oyðiløgd í dronuálopi

- Álopið, sum varð framt við shahed-dronum úr Iran, vardi í tríggjar tímar, sigur guvernørurin í Odessa-regiónini.

Aftur í nátt hevur Russland framt álop á ukrainska havnarbýin, Izmajil, sum liggur við Donau-ánna.

 

Tað sigur guvernørurin í Odessa-regiónini í morgun, Oleh Kiper. 

 

Hann vísir á, at støð, sum eru rakt í álopunum í nátt, eru ein korngoymsla, havnalag og umsitingarbygningar í býnum. 

 

Eitt fólk hevur fingið smærri løstir í álopinum, sum er hitt fjórða, ið rakar Izmajil seinastu fimm dagarnar.

 

- Álopið, sum varð framt við shahed-dronum úr Iran, vardi í tríggjar tímar, sigur guvernørurin.

 

Sambært ukrainsku loftverjuni eydnaðist tað at skjóta 25 av 33 dronum niður, áðrenn tær gjørdu feigdina um seg.

 

Tað er norska kringvarpið NRK og tíðindastovan NTB, sum bera hesi tíðindi í morgun.