Ukrainskir myndugleikar vilja í dag vera við, at teir hava rakt russiska krígsskipið, Admiral Makarov, í Svartahavinum, men russiskir myndugleikar siga, at hetta er ikki rætt.
Sambært útlendskum miðlum skriva ukrainskir netmiðlar og sosialar netsíður, at skipið er rakt av ukrainskum rakettum. Upplýsingarnir eru ikki váttaðir av óheftum keldum.
Ráðgevin hjá ukrainska forsetanum, Anton Herasjtsjenko, sigur, at russiska fregattin er rakt.
- Eldur er í fregattini, Admiral Makarov, út fyri Slanguoynni, og fyribils dátur vísa, at skipið er rakt av ukrainskari neptun-rakett, skrivar ráðgevin á Telegram.
Sambært ukrainskum miðlum er eitt bjargingarátak á leiðini, og her eru bjargingarskip, sum arbeiða við at taka fólk av fregattini.
Tíðindastovan Tass veit at siga, at Admiral Makarov er ein nútímans russisk fregatt, sum hevur verið í drift síðan desember 2017, og manningin telur 180.
Tað var ein neptun-rakett, sum fyri fáum vikum síðan rakti russiska flaggskipið, Moskva, sum sakk í Svartahavinum.
##med2##
Á einum tíðindafundi í dag hevur ráðgevin hjá russiska forsetanum, Dmitrij Peskov, sagt, at hann veit einki um, at Admiral Makarov er rakt, og at eldur er í skipinum.
- Nei, tað hava vit ongar upplýsingar um. Tey tíðindini er helst ikki røtt, segði ráðgevin hjá Vladimir Putin sambært russisku tíðindastovuni, Tass.
Sambært Forbes er júst henda fregattin eitt av málunum hjá Ukraina, tí Admiral Makarov verður sagdur at vera eitt av mest nútímans skipunum hjá russiska herflotanum.
Um tað er rætt, at tað hevur eydnast ukrainska herinum at raka Admiral Makarov, er hetta triðja skipið, sum Ukraina hevur søkt at.
Russland viðgekk ongantíð, at Moskva varð raktur og søktur av ukrainskum rakettum, men segði, at eldur var komin í eina lóðurgoymslu umborð.
Ukrainar hava eisini søkt russiska landgonguskipið, Saratov.
##med3##