Ukrainski fregnartænastuovastin, Kyrylo Budanov, væntar, at bardagarnir í Ukraina fara at verða teir higartil harðastu í mars.
Tað sigur hann í samrøðu við ABC News. Kyrylo Budanov leggur aftrat, at Ukraina fyrireikar stórálop á russisku herdeildirnar til várs.
- Tá fara vit at síggja frígering av landaøki hjá Ukraina, og vit fara at síggja Russland endaliga tapa.
Kyrylo Budanov sigur, at hetta fer at henda um alt Ukraina - heilt frá Krim-hálvoynni í Svartahavinum til Donbas har eysturi í landinum.