Ukrainar fara helst at rýma úr Bakhmut

- Tað er ikki vist, at tað er skilagott at verja býin fyri ein og hvønn prís, sigur tjóðartingslimur í Ukraina.

- Ein av orsøkunum til at verja Bakhmut er at elva russum so stór tap sum gjørligt, sigur tjóðartingslimur.

Tað er nú langt síðan, at russar fyrstu ferð søgdu, at teir vóru í holt við at kringseta ukrainska býin, Bakhmut, har eysturi í landinum. Her hava harðir bardagar verið í vikur og mánaðir, og nógvir hermenn hjá báðum pørtum eru falnir.

 

Í gjárkvøldið segði tjóðartingslimur í ukrainska parlamentinum, Sergej Rakhmanin, seg ivast í, um tað nú er skilagott av ukrainska herinum at halda fram við at verja býin - og fyri ein og hvønn prís.

 

- Eg giti, at vit fyrr ella seinni helst noyðast at lata býin falla. Men, fyribils verður býurin vardur við fleiri endamálum - og í fyrsta lagi fyri at elva russum so stór tap sum gjørligt og fyri, at russar skulu noyðast at brúka lóður og orku her, sigur hann.

 

Tjóðartingslimurin leggur aftrat, at verjan av Bakhmut eisini hevur nakað við ukrainska skansan og hermótið millum partarnar at gera.

 

- Tað eru tveir hættir at gera hetta. Antin verður tað ein skipað afturtøka, tí vit kunnu ikki undir nøkrum umstøðum liva við, at tað verður ein óskipað flýggjan, sigur Sergej Rakhmanin sambært The Guardian.

 

Fyri russisku innrásina búðu 73.000 fólk í Bakhmut, men nú eru ikki nógv sivilfólk eftir í býnum.

 

##med2##

 

- Ein av orsøkunum til at verja Bakhmut er at elva russum so stór tap sum gjørligt, sigur tjóðartingslimur.

Her sæst, hvar Bakhmut er. Blái liturin eru landaøki, sum ukrainar hava tikið aftur frá russum.