Føroya landsstýri hevur sagt, at Føroyar vilja fylgja ES í handilstiltøkum móti Russlsndi, men enn hevur ES ikki sett matvørur á listan, ei heldur havnastongsul móti russiskum skipum.
Tískil hevur landsstýrið enn ikki sett handilsbann í verk móti Russlandi.
Men, nakrir laksaútflytarar í Føroyum hava gjørt eins og nógvar aðrar evropeiskar fyritøkur og eru givnir at selja sínar laksavørur til Russlands.
- Bakkafrost og Hiddenfjord hava steðgað sínum útflutningi til Russlands og skulu finna nýggjar marknaðir. Í fjør seldu føroyskar laksafyritøkur fyri umleið eina miljard krónur til Russlands.
Tað skrivar Sermitsiaq í gjár, og tað er føroyski tíðindamaðurin, Kaj Joensen, sum eigur greinina.
Ukrainski sendimaðurin í Keypmannahavn, Mykhailo Vydoink, sigur, at ukrainska stjórnin er í holt við at bjóða skattafyrimunir, fyrimunir við íløgum fyri vinnulív, so hesi kunnu virka í Ukraina.
- Vit vilja bjóða so góðar umstøður sum gjørligt fyri føroyskar vinnufyritøkur í Ukraina, og hetta skal vera ein kompensatión fyri at gevast á russiska marknaðinum, sigur ukrainski sendimaðurin.
Mykhailo Vydoink var í Føroyum fyri trimum árum síðan. Tá snakkaði hann við fleiri laksaframleiðarar í Føroyum og royndi tá at fáa teir at selja laks til ukrainska marknaðin.
Men, tá fekk hann at vita, at hetta læt seg ikki gera, tí avmarkingar eru í alimøguleikunum í Føroyum. Nú sær Ukraina tó møguleikan fyri at keypa meira laks úr Føroyum.
- Mítt boð er, at tit nú skulu hava fokus á Ukraina, sigur Mykhailo Vydoink.
Sendimaðurin var í Fólkatinginum, tá ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, helt talu fyri fólkatingslimum, og sendimaðurin vísir á tann stóra týdning tað hevur, at Evropa steðgar sinum samhandli við Russland.
- Tað er umráðandi, at Evropa eisini steðgar við at keypa olju og gass úr Russlandi, tí pengarnir, sum Russland tjenar, verða brúktir til at fíggja kríggið í Ukraina, sigur Mykhailo Vydoink.
Øll greinin hjá Kaj Joensen kann lesast í www.sermitsiaq.ag