Ukraina tikið fleiri enn 1000 bygdir aftur frá russum

- Hermótini eru eitt helviti, segði ukrainski politikarin, Oleksandra Ustinova, á einum fundi í Washington.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at ukrainski herurin í gjár fekk ræðið aftur á seks bygdum, sum hava verið undir russiskum eftirliti, og samanlagt hevur Ukraina nú tikið einar 1015 bygdir aftur frá russum.

 

Kríggið er nú inni í einum triðja skeiði, sigur ráðgevin í ukrainska innanríkisráðnum, Viktor Andrusiv.

 

Hann vísir á, at russiska krígsførslan hevur flutt seg frá fyrstu royndunum at taka valdið, til royndirnar at kringseta býir - og nú til russiskar ætlanir um tað, hann rópar eitt langdrigið krígg í Ukraina.

 

- Hermótini eru eitt helviti, segði ukrainski politikarin, Oleksandra Ustinova, á einum fundi í Washington, D.C. Hon segði, at Ukraina framvegis missir nógvar menn - og fleiri nú, enn í byrjanini av krígnum.

 

Oleksandra Ustinova heitti á USA um at lata Ukraina loftverjuskipanir og stríðsflogfør.

 

Ríkisadvokaturin í Ukraina, Iryna Venediktovas, sigur, at á skrivstovuni hjá henni verða nú 41 mál um krígsbrotsverk fyrireikað, og hetta eru alt mál ímóti russiskum hermonnum, sum Ukraina metir hava framt krígsbrotsverk.

 

Fregnartænastuleiðarin í Ukraina, generalmajorurin, Kyrylo Budanov, sigur seg í samrøðu við Sky News vænta, at kríggið í Ukraina kemur til eitt vegamót í august í ár, og at hann væntar, at kríggið verður av í endanum av hesum árinum.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Hetta er støðan í Ukraina í løtuni, soleiðis sum Verdens Gang lýsir hana.