Ukraina hevur biðið um F-16 flogfør úr vesturheiminum, heilt síðan Russland gjørdi innrás í landið hin 24. februar í fjør.
Men, nú bendir einki á, at Ukraina fær hesi flogfør, soleiðis at tey kunnu verða partur av ukrainsku mótálopunum á russiskar herdeildir í summar.
Norskur serfrøðingur á økinum heldur, at F-16 flogførini verða ikki tøk hjá ukrainsku loftverjuni í bardaganum móti russum fyrr enn á vári 2024.
Vesturheimurin hevur verið afturhaldandi, men í mai í ár boðaði amerikanski forsetin frá, at ukrainskir flogskiparar kunnu fáa læru í at flúgva amerikanska stríðsflogfarið, F-16.
Ukrainski verjuovastin, Valerij Zaluzjnyj, heldur, at tørvur á jagaraflogførum ger, at landið stendur veikari, nú roynt verður at reka russisku herdeildirnar úr aftur Ukraina.
Ráðgevin hjá ukrainska verjumálaráðharranum, Jurij Sak, sigur, at Ukraina ynskir sær 40-50 F-16 stríðsflogfør.
Sambært ukrainska forsetanum, Volodomyr Zelenskyj, fer hann at taka upp spuningin um F16-flogførini á Nato-toppfundinum í Vilnius í næstu viku.
- Eingin í vesturheiminum hevði byrjað ein slíkan offensiv uttan, at landið hevði havt eftirlit í loftrúminum, men vit bíða framvegis eftir F-16 flogførunum, sum okkum eru lovað, sigur forsetin.
Tað er norska Dagbladet, sum ber hesi tíðindi í dag.