Landsins hernaðarliga fregnartænasta segði á sosiala miðilinum Telegram, at ukrainskir hermenn í »eini serligum átaki« hava tikið yvir oljuboripallar, sum hava verið hersettir av Russlandi síðani 2015 og brúktir til hernaðarlig endamál síðani russisku innrásina í 2022.
– Fyri Ukraina hevði tað strategiskan týdning, og sum úrslit av tí hevur Russland mist møguleikan at brúka pallarnar til hernaðarlig endamál, varð sagt í eini video frá hernaðarfregnartænastuni GUR.
Her ljóðaði eisini, at tað fær Ukraina nógv fet nærri at taka aftur Krim frá Russlandi.
/ritzau/Reuters
##med2##