Ukraina og Russland skifta um 230 fangar

Russland og Ukraina skiftu í dag um 230 fangar - 115 úr hvørjum landi.

Volodymyr Zelenskyj, forseti, tá Mette Frederiksen, forsætisráðharri, vitjaði í Ukraina í 2023. Forsetin váttar, at Ukraina og Russland hava skift 230 krígsfangar leygardagin. - Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Tað váttaðu forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyy, og russiska verjumálaráðið á middegi.

Londini eru samd um fangaskiftið eftir samráðingar við Sameindu Arabisku Emiratunum á odda fyri.

Tað sigur ein dulnevndur talsmaður hjá Emiratunum við Reuters.

Fangaskiftið er tað fyrsta av sínum slag, síðani Ukraina í august fór undir sítt álop innan russiska markið.

Tó hava fleiri líknandi skifti verið undir krígnum í Ukraina.

Síðan 2022 hevur Russland sent tíggjutúsundtals hermenn tvørtur um ukrainska markið.

/ritzau/Reuters/