Jarða lík í hópgravir

Í gjár søgdu myndugleikarnir í Ukraina, at heili 61 sjúkrahús í landinum eru óvirkin orsakað av russiskum álopum.

Lík í hópgravum í útryðjuni av Mariupol, tí russisku álopini gera tað vandamikið at jarða eitt og eitt lík.

Sambært ukrainskum myndugleikum og tíðindamiðlum í býnum Mariupol hava russisk loftálop fullkomiliga oyðilagt eitt barnasjúkrahús í býnum.

 

Áhaldandi og hørðu álopini á býin gera, at umstøðurnar í býnum sambært MSF, sum er Læknar uttan Landamørk, eru vorðnar ein menniskjanslig vanlukka.

 

Sambært lokalari sjónvarpsrás í Mariupol eru mong deyð og særd í álopum á býin seinnapartin í dag.

 

Bumbingin hevur elvt til stórar oyðileggingar, og eitt nú er eitt barnasjúkrahús, sum eisini hevði eina føðideild, farið í knús.

 

##med2##

 

Reuters, sum endurgevur guvernørin í Donetsk-landslutinum, Pavlo Kyrlenko, veit at siga, at loftálopið á barnasjúkrahúsið í býnum fór fram júst undir vápnahvíldini, sum boðað varð frá frammanundan.

 

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, fordømir álopið og sigur, at hetta var eitt beinleiðis álop á barnasjúkrahúsið og føðideildina, og hann vísir á, at her liggja bæði børn og vaksin í skeljum. 

 

- Hetta er andstyggiligt, sigur hann.

 

Á Telegram spyr forsetin eisini, hvussu leingi heimurin ætlar at vera samsekur í yvirgangi - ella terror, sum Volodymyr Zelenskyj málber seg.

 

Í gjár søgdu myndugleikarnir í Ukraina, at heili 61 sjúkrahús í landinum eru óvirkin orsakað av russiskum álopum, og landið hevur ferð eftir ferð ákært Russland fyri bevíst at leypa á sivil mál í Ukraina.

 

##med3##

 

 

 

Lík í hópgravum í útryðjuni av Mariupol, tí russisku álopini gera tað vandamikið at jarða eitt og eitt lík.

Barnasjúkrahúsið, sum varð rakt av bumbum, hevði eisini eina føðideild.

Hetta sær ikki tespiligt út. 61 sjúkrahús í Ukraina eru óvirkin, verður sagt.