Ukrainska verjan sigur, at herurin hjá teimum hevur lopið á eina skipasmiðju í havnarbýnum, Kertsj, har eysturi á Krim-hálvoynni.
- Álopið eydnaðist væl, siga ukrainar.
Sambært russiskum myndugleikum skutu ukrainar 15 krússararakettir eftir skipasmiðjuni, men av hesum vórðu 13 skotnar niður.
Russar vátta, at eitt skip er rakt í ukrainska álopinum í kvøld.
Á sosialum miðlum síggjast bæði filmsbrot og myndir av skaðunum, sum álopið hevði við sær.
Síðan ukraina herdi síni álop á russiska hersetingarvaldið í summar, hava myndugleikarnir í Kyiv eisini hert álopini á hertiknu, Krim-hálvoynna.
Hetta skrivar tíðindastovan NTB í kvøld.