Tað eru nakrir dagar síðan, at Ukraina so smátt fór undir royndina at taka landaøki aftur, sum Russland hevur hertikið.
Í dag kunnger ukrainski herurin, at teir hava tikið aftur bygdina, Blahodatne, í landsynningspartinum í Ukraina.
Hetta er fyrstu ferð, síðan Ukraina fór undir "offensivin", sum ætlaða framtakið verður rópt, at boðað er frá, at ein bygd er tikin aftur.
Hermenninir, sum tóku Blahodatne aftur frá russum, hava lagt út filmsbrot, sum vísir ukrainskar hermenn við ukrainska flagginum í einum bygningi í bygdini.
Leygardagin viðgekk ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fyrstu ferð, at offensivurin móti hersetingarvaldinum er í gongd.
Sambært Wikipedia liggur Blahodatne umleið 32 kilometrar í ein útnyrðing úr miðbýnum í Kherson, sum ukrainar tóku aftur frá russum síðsta heyst.
Dagføring:
Í kvøld siga ukrainskir myndugleikar, at ukrainski herurin hevur tikið enn eina bygd aftur frá russiska hervaldinum.
Fyrr í dag varð sagt, at bygdin, Blahodatne, er tikin aftur, og nú er tað bygdin, Neskuchne, sum ukrainar eisini hava megnað at tikið aftur.
##med2##