Ukraina hevur oyðilagt russiskan krússara

- Eg takki øllum, sum tryggjaðu væleydnaða álopið og oyðileggingina av russiska krússaranum, Askold.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at ukrainska verjan hevur oyðilagt eitt stórt russiskt skip á sonevndu Kertsj-skipasmiðjuni á Krim-hálvoynni.

 

Hesi tíðindi bórust eisini í gjár, og í kvøld síggjast myndir av skipinum í ukrainskum miðlum. Ukrainar siga, at talan er um russiska krússaran, Askold.

 

- Eg takki øllum, sum tryggjaðu væleydnaða álopið og oyðileggingina av skipinum á Kertsj-skipasmiðjuni, sigur ukrainski forsetin í røðu í kvøld.

 

Tað var í hesi røðu, at Volodymyr Zelenskyj segði, at talan er um russiska krússaran, Askold.

 

Fyri tveimum døgum síðan segði ukrainska verjan seg hava framt atsóknir á Krim-hálvoynni, og tað er Reuters, sum ber hesi tíðindi í kvøld.

 

Ukrainskir miðlar kunngera í kvøld myndina omanfyri, sum skal vísa skaðarnar, sum Askold hevur fingið í ukrainska álopinum.

 

##med2##

 

 

 

Filmsbrot eru eisini at síggja á netinum, har russiski krússarin sambært ukrainum verður raktur.