Talsmaðurin hjá Pentagon, John Kirby, sigur í einari kunning í dag, at Ukraina hevur fingið fleiri stríðsflogfør og eykalutir, soleiðis at ukrainski herurin nú kann hava fleiri stríðsflogfør í luftini.
John Kirby avsannar samstundis, at tað er USA, sum hevur latið Ukraina flogførini, men váttar kortini, at USA hevur hjálpt til við flutninginum og einstøkum eykalutum til flogførini.
Ukraina hevur fleiri ferðir heitt á vesturheimin um at lata teimum stríðsflogfør. Stutt eftir, at Russland gjørdi innrás í Ukraina, beyð Pólland sær at lata Ukraina síni MIG-29 stríðsflogfør.
Pólland vildi lata flogførini til USA, soleiðis at tey kundu latast víðari til Ukraina, men USA setti seg upp ímóti hesum, tí stúrt varð fyri, at hetta kundi elva til stríð millum Russland og Nato.
Verdens Gang skrivar í kvøld, at í løtuni er ógreitt, hvat slag av stríðsflogførum, Ukraina hevur fingið, og hvør hevur latið landinum flogførini.
Tíðindastovan NBC News veit at siga, at amerikanskir myndugleikar nú fyrireika ein nýggjan pakka við hernaðarhjálp til Ukraina, og hetta er ein pakki fyri nakrar miljardir krónur.
Sambært Lars Peder Haga, sum starvast við Loftkrígsskúlan hjá norsku verjuni, koma stríðsflogførini væl við hjá Ukraina, tí landið higartil hevur havt lutfalsliga fá stríðsflogfør í krígnum.
- Alt, sum kann hjálpa ukrainska herinum at hava nøkur stríðsflogfør í luftini, hjálpir landinum nógv. Hóast ukrainar hava havt fá flogfør, er líkt til, at teir hava duga væl at brúkt síni flogfør, sigur hann.
Lars Peder Haga vísir á, at flogfør slítast, tá tey verða brúkt, og higartil hevur ukrainski herurin mist átta stríðsflogfør og átta álopsflogfør. Hann heldur, at hetta er undrunarvert í mun til, at Russland leyp á Ukraina fyri skjótt tveimum mánaðum síðan.
Men, hvussu metir Lars Peder Haga, at tað fer at merkja stríðið framyvir, nú Ukraina hevur fingið fleiri stríðsflogfør?
- Tað einfalda svarið er, at alt, sum kann hjálpa, hjálpir. Nú bardagarnir serliga eru har eysturi í Ukraina, hevur tað stóran týdning at kunna flyta veitingar eystureftir.
Sum skilst, kunnu stríðsflogførini í størri mun verða við til at tryggja flutningin og veitingarnar hjá Ukraina eystureftir.
- Hevur tú ein mótpart, sum hevur fult eftirlit í luftini, kann mótparturin bæði finna og leypa á tínar veitingar. Tí kunnu hesi flogfør fáa stóran týdning fyri Ukraina, sigur Lars Peder Haga við Verdens Gang.