Ukraina gjørdi bart


Eftir stóra vónbrotið í fyrsta HM-dystinum fótaði Ukraine sær av álvara í dystinum í gjárkvøldið. Ukraine spældi ímóti Saudi Arabia, og liðið úr Miðeystri fekk av at vita. Ukraine vann heili 4-0, og harvið løgdu teir greiða tapið ímóti Spania aftur um seg. Málskjúttar hjá Ukraine vóru Rebrov, Schevchenko og Kalinitschenko. Ukraine hevur nú ein dyst eftir at spæla, og tað er líkt til, at teir kunnu noyðast við javnleik í dystinum, sum er ímóti Tunesia