Ukraina: Álopið á Kherson er byrjað

Í eina tíð hevur ljóðað, at ukrainar fyrireika eitt størri álop í Kherson-økinum, har russar hava havt valdið seinastu mánaðirnar.

 

 

 

 

Tað var tíðliga í krígnum í Ukraina, at russiskar herdeildir tóku stóra býin, Kherson, har suðuri í landinum. 

 

Í eina tíð hevur ljóðað, at russisku herdeildirnar hava havt trupulleikar júst um hesar leiðir. 

 

Ukrainar hava sagt, at teir vilja taka býin aftur frá russum, og í dag váttar ein talsmaður fyri ukrainskar myndugleikar, at álopið á russisku deildirnar í økinum er byrjað.

 

Sagt verður, at álopið serliga er vent móti býnum, Kherson, ið er einasti región-høvuðsstaður, sum tað higartil hevur eydnast russum at taka.

 

Tað er eitt nú The Gardian, sum í dag endurgevur talspersónin fyri ukrainsku deildirnar har suðuri í landinum, Natalia Humenyuk.

 

Ukrainskir myndugleikar siga, at íbúgvar í Kherson-økinum eru bidnr um at leita sær í trygg støð og taka vatn, mat og fyrstuhjálparútgerð við sær. 

 

Ukrainska Pravda veit í dag at siga, at ukrainsku herdeildirnar hava brotið ígjøgnum fyrstu verjuskansarnar hjá russisku deildunum, og at russar víkja undan.

 

Á hinari síðuni siga russiskir myndugleikar við tíðindastovuna Tass, at tað eru eingi álop í Kherson-økinum, og at her er friðarligt. 

 

- Tað er eingin, sum leypir á nakrastaðni, og eingin víkir. Hetta er bara fantasi, sigur talsfólk fyri russisku myndugleikarnar.