UEFA TV vitjaði í Føroyum

Í summar var UEFA TV á vitjan i Føroyum. Her hittu teir millum annað Håkan Ericson og Klæmint Andrasson Olsen

Klæmint Andrasson Olsen er skrásettur fyri 50 dystir og 10 mál fyri A-landsliðið við monnum - Mynd: UEFA TV

Í summar var UEFA TV á vitjan i Føroyum. Her hittu teir millum annað Håkan Ericson og Klæmint Andrasson Olsen. Í komandi viku skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá seinastu dystir í verandi UEFA Nations League kapping eru á skránni. Hósdagin spæla Litava og Føroyar í Vilnius, og sunnudagin 25. september kemur Turkaland á vitjan á Tórsvølli.

 

Í samband við UEFA Nations League, var eitt filmslið frá frá UEFA á vitjan í Føroyum fyrr í summar. Her hittu teir landsliðsvenjaran hjá monnum, Håkan Ericson, og Klæmint Andrasson Olsen, ið higartil er skrásettur fyri 10 mál fyri Føroyar.

 

Síggj sjónbandabrotið við at trýsta HER

 

Klæmint Andrasson Olsen er skrásettur fyri 50 dystir og 10 mál fyri A-landsliðið við monnum - Mynd: UEFA TV