Nevndin hjá UEFA fyri fíggjarstýring fer sambært kenda amerikanska blaðnum, The New York Times at geva enska meistaraliðnum, Manchester City eitt eitt ára bann frá Champions League kappingini.
Verður Manchester City útihýst frá Champions League fær enska meistaraliðið møguleikan at kæra avgerðina til altjóða ítróttardómstólin, CAS.
Í Manchester City sláa tey fast, at tey fara rættarinar veg um tey verða revsaði av UEFA á hendan hátt. Í Manchester City siga tey, at allar ákærurnar, ið eru komnar fram í Football Leaks eru ein skipað roynd at niðurgera og sverta felagið.
Tað er óvíst um útistongsilin frá Champions League verður galdandi komandi kappingarár. Aftaná Manchester City hevur kært avgerðina til altjóða ítróttardómstólin, CAS gongur long tíð áðrenn ein endalig avgerð fellir. Undandystirnir til Champions League byrja longu í juli.
Financial Fair Play reglurnar hjá UEFA eru ætlaðar at forða feløgum at brúka meira pening enn tey forvinna. Mong feløg hava roynt at undgingið Financial Fair Play reglurnar við kreativum sponsor-loysnum.
Kenda týska blaðið, Der Spiegel hevur almannakunngjørt teldupostar, ið vísa, at eigarin Mansour, sjeikur og tilknýtið hansara til høvuðssponsorin hjá Manchester City, Etihad gjøgnum eitt íløgufelag, ið hevur almennan pening frá Teimum Sameindu Arabisku Emirríkjunum ikki er lógligt. Mansour, sjeikur sum eigur Manchester City er í skrivandi stund varaforsætisráðharri í Teimum Sameindu Arabisku Emirríkjunum.
Umboð fyri Manchester City høvdu fund við eftirlitsnevndina hjá UEFA á høvuðsskrivstovuni hjá UEFA í farna mánað, og har eydnaðist tað ikki, sambært New York Times at sannføra eftirlitsnevndina hjá UEFA, at tey í Manchester City eru ósek tá tað kemur til at bróta reglurnar um Financial Fair Play.