UEFA hevur í dag havt eitt stóran tíðindafund, har tað er kunngjørt hvussu kappingarnar hjá evropesisku fótbóltssamgonguni verða avgreiddar. Her eru høvðuspunktini.
Í Champions League kappingin verður gjørt eitt endaspæl í Portugal frá 12. til 23. august. Nakrar 1/8 finalur mangla at blíva spældar. Tær eru Manchester City-Real Madrid, Juventus-Lyon, Bayern München-Chelsea og Barcelona-Napoli, og verða avgreiddar 7. ella 8. august.
Bæði fjórðingsfinalurnar og hálvfinalurnar verða spældar yvir ein dyst og síðani verður Champions League finalan í Lissabon 23. august. Í Europa League verða fjórðingsfinalur, hálvfinalur og finalan spæld í Týsklandi.
Felags fyri báðar kappingarnar er, at liðini kunnu skifta fimm spælarar og feløgini kunnu innlima tríggjar nýggjar spælarar í Champions League hópin, men ikki spælarar, sum eru keyptir í summar.
Fyri føroyska feløg hevur tað ávirkan, at undankappingini til Champions League og Europa League verður broytt til eitt dyst. Tað verður lutakastið, sum avger um eitt lið fær heimavøll ella útivøll.
EM 2021 verður eins EM 2020 var ætlað. Vertsbýirnir verða teir somu og tað merkir millum annað, at Parkin í Keypmannahavn í Danmark verður vertur fyri trimum dystum. Finalan verður á Wembley 11. juli 2021.
Nations League verður í heyst
Natins League kappingin og seinastu play-off dystirnir til EM-endaspælið verða í heyst. Dystirnir verða spældir í septembur, oktober og novembur. Hartil verða eisini venjingardystir. Væntandi kemur ein skrá út í næstum.