Tað er staðfestur enn ein smittutilburður í hópinum hjá slovakiska fótbóltsfelagnum Slovan Bratislava.
Tilburðurin bleiv staðfestur í gjár, tá ið eitt ferðalag úr Bratislava kom til Føroya.
Fyri at binda um heilan fingur varð koronakanningin gjørd tvær ferðir – báðar ferðir varð staðfest smitta.
Epidemikommisjónin hevur avgjørt, at alt ferðalagið hjá Slovan Bratislava skal í sóttarhald.
Eftir ætlan skulu KÍ og Slovan Bratislava spæla í Klaksvík í kvøld.
UEFA skal nú taka endaliga støðu, um dysturin í Champions League kappingini skal spælast ella ikki.