UEFA-limalond atkvøddu fyri Blatter

Ikki øll limalondini í UEFA hildu avtaluna um at venda Sepp Blatter bakið, harímillum eitt norðurland.

Undan FIFA-forsetavalinum høvdu limalondini í UEFA gjørt avtalu um, at eingin skuldi atkvøða fyri sitandi forseta, Sepp Blatter, sum er komin undir stórt trýst eftir at fleiri av leiðandi monnunum í FIFA eru handtiknir og ákærdir fyri umfatandi fíggjarsvik.


Nú er tað tó komið undan kavi, at fleiri av limalondunum í UEFA hava brotið hesa avtaluna. Daily Mail skrivar, at ikki færri enn 18 av evropeisku londunum atkvøddu fyri Sepp Blatter, sum vann forsetavalið við 133 atkvøðum ímóti teimum 73 hjá Prince Ali Bin al Hussein.


Keldan hjá Daily Mail sigur, at tvær av teimum heilt stóru fótbóltstjóðunum í Evropa hava atkvøtt fyri Sepp Blatter. Talan er um Spania og Frakland. Orsøkin sigst vera, at tey bæði londini fáa nógv burturúr íløgum í Katar og atkvøddu tey eisini fyri Katar sum HM-vertstjóð í 2022.


Onnur UEFA-limalond, sum atkvøddu fyri Sepp Blatter, eru m.a. Turkaland, Kýpros, Russland og – sum einasta norðurland – Finnland. Forsetin í finska fótbóltssambandinum, Sami Terävä, avsannar tó í samrøðu við Yle, at hann skal hava atkvøtt fyri Sepp Blatter.