UEFA hevur hevur tikið eitt mál um eysturríska Marko Arnautovic upp til viðgerð. Í ringasta føri kann umstríddi áleyparin fáa leikbann í upp til tíggju dystir, fyri rasistiskan málburð.
Tað var eftir at hann skoraði til 3-1 móti Norðurmakedónia, at Marko Arnautovic rópti ymiskt við rasistiskum undirtónum, skriva altjóða miðlar. Fótbóltssambandið í Norðurmakedónia hevur biðið UEFA revsa Marko Arnautovic.
Áleyparin hevur serbiskar røtur og rópti ymiskt við rasistiskum og politiskum undirtóna, eftir norðurmakedónska Ezdjan Alioski. Ezdjan Alioski hevur røtur úr Albania. Marko Arnautovic hevur á sosialu miðlunum biðið um umbering, og sigur seg als ikki verða rasist.
– Eg vil gera eitt púra greitt. Eg eri ikki rasist. Eg havi vinir í næstan øllum londum, og eg virði margfeldi. Øll, sum kenna meg, vita tað, skrivar Marko Arnautovic.
Eysturríki vann dystin 3-1, men nú er ein møguleiki fyri, at tað verður ein dýrtkeyptur sigur. Marko Arnautovic er til tíðir umstríddur og kann best lýsast sum tann eysturríski Zlatan Ibrahimovic.