UEFA: Feløgini tjena meir og ójavnin veksur

UEFA staðfestur í ársfrágreiðingini at 30 tey ríkastu vinna líka nógvar pengar sum 682 tey næstu

Evropesiska fótbóltssamgongan hevur kunngjørt ársfrágreiðingina fyri 2018. Hon vísur millum annað, at 30 tey størstu feløgini í Evropa tjena líka nógvar pengar sum 682 tey næstu feløgini á listanum.

##med2## 

Ársfrágreiðingin vísur at feløgini í miðal hava 20 prosent meiri í inntøku í 2018 enn 2017. Her sæst eisini, at 30 tey størstu hava ein vøkstur í inntøkum, ið er tríggjar ferðir so stórur sum vøksturin hjá hinum 682 feløgunum.

Samlaður inntøkurnar hjá teimum 712 feløgunum er 157 milliardir krónur. Av teimum fara 64 prosent til løn. Tað er óhoyrt í øðrum samanhangum, skrivar UEFA í ársfrágreiðingini.

Tað verður eisini víst á, at lond sum Portugal, Belgia og Frakland eru ov tengt at sølu av spælarum. Tað vil siga, at feløgini ikki hvíla í sær sjálvum, men mugu javnan selja spælarar fyri at fáa tað fíggjarliga at hanga saman. Tað verður mett sum ein váðafúsur máti at reka eitt felag uppá.