UEFA: Feilur ger at lutakastið verður av nýggjum

Champions League lutakastið verður á nýggjum, eftir at UEGA gjørdi ein feil

Lutakastið til 1/8 finalurnar í Champions League hevur verið fyrrapartin í dag, men eitt stórt mistak ger, at lutakastið verður á nýggjum klokkan 14.

 

Tað var í samband við mótstøðuliðið hjá Atletico Madrid, at Manchester United ikki var í pottinum. Hetta var ein feilur, tí talan skuldi eftir øllum at døma vera Manchester City, sum ikki var í pottinum.

 

Tað endaði við at Manchester United fekk Paris Saint Germain, men lutakastið stendur ikki við. UEFA sigur í stuttari viðmerking, at nýtt lutakast verður klokkan 14.