Fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin, 31 ára gamli Daniel Udsen, hevur als ikki spælt saman við liðføgum sínum í FC Helsingør í 2. division Øst hetta kappingarárið. Hetta hóast 10 dystir nú eru spældir. Orsøkin er tann, at hann hevur verið skaddur.
Men nú sær betri út hjá honum. Eftir at hava sitið uttanfyri við skaða í skjótt fimm mánaðir, so er Daniel Udsen aftur farin í fótbóltsskógvarnar og hevur vant saman við liðfeløgunum seinastu vikuna.
- Eg vóni innarliga, at tað fer at halda. Eg havi vant við alla vikuna uttan trupulleikar, og vóni at eg skjótt kann verða klárur til dyst, sigur Udsen við heimasíðuna hjá FC Helsingør.
Daniel Udsen var ein av lyklaleikarunum hjá FC Helsingør í fjør, tá hann við 13 málum gjørdist toppskjútti. Uttan hann hevur tað tó higartil gingið væl, tí FC Helsingør er í løtuni á 2. plássi – bara eitt stig aftanfyri 1.- og uppflytingarplássið, sum Frem í løtuni hevur.
Daniel Udsen, sum kappingarárini 2010 og 2011 spældi við EB/Streymi, hevur spælt 14 landsdystir fyri Føroyar.










