U23-landsliðið í Írlandi

U23-landsliðið í manshondbólti er komið til Írlands, har tað skal spæla um Challenge Trophy ímóti Írlandi, Onglandi og Georgia

Ferðalagið fór úr Føroyum til Limerick í Írlandi í gjár, og í dag, í morgin og sunnudagin skal liðið spæla tilsamans tríggj­ar dystir í eini Challenge Trophy-kapping. Dystirnir liggja soleiðis, at mótstøðuliðið í kvøld er Írland, í morgin Ong­land og sunnudagin Georgia.
– Málið hjá okkum er, at vit ætla at vinna kappingina. Vit ætla okkum við vissu at vinna á Onglandi og Írlandi, og hóast vit ikki vita so nógv um Georgia, fara vit eisini eftir at vinna tann dystin. Greiði mál­setningurin er at gerast numm­ar eitt í kappingini, sigur Kári Nielsen, sum saman við Dia Midjord venur U23-landsliðið.
Hann letur væl at ungu spæl­arunum, sum hava verið sera spentir upp á uppgávuna og tí eisini hava verið stak ídnir til venjing. Teir hava møtt væl upp, tá tað hevur borið teim­um til og dystir í heimligu kapp­ingini ikki eru komnir í vegin.
– Vit hava havt regluligar saml­ingar mánakvøld, og ann­ars hava vit lagað okkum eftir dystar­skránni. At vit hava verið saman eina ferð um vikuna, er kanska meira, enn vit nakran­tíð hava gjørt fyrr, men menn eru spentir og ganga høgt upp í tað, sigur Kári Nielsen.
Um tað tekniskt ber til, fer Hondbóltssambandið at royna at vísa dystirnar beinleiðis á heima­síðu síni, hsf.fo.