##med2##
- Hetta var øðiliga deiligt. Fantastiskt at fáa ein sigur. Tað sigur liðskiparin á U21-landsliðnum, Bjarni Petersen aftaná 3-1 sigurin á Ísrael í EM-undankappingardystinum á Svangaskarði. Fyri lítlum ári síðani taptu Føroyar 1-3 móti sama liði á útivølli.
Føroyar – Ísrael 3 – 1 (0 – 1)
0-1: Tomer Yosefi 35.
1-1: Mads Mikkelsen 52.
2-1: Stefan Radosavljevic 77.
3-1: Petur Knudsen 83.
Liðskiparin er errin av sínum monnum, og einum lutfalsliga ungum liði. Serliga dregur hann fram ungu verjukempuna, Samuel Johansen Chukwudi.
Bjarni Petersen heldur, at U21-landsliðið um ein sær burtur frá brotssparkinum Ísrael skoraði uppá ikki lat nógv frá sær, men stóð ótrúliga væl.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Bjarna Petersen aftaná 3-1 sigurin á Ísrael á Svangaskarði.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum og dystarendanum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina, og hann tók samanum eitt framúr gott føroyskt avrik.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við U21-landsliðsvenjaran, Sámal Erik "Bagga" Hentze, ið vann í sínum fyrsta dysti sum U21-landsliðsvenjari.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Pætur Petersen, ið bløddi nasablóð undan dystarbyrjan, og tí misti 90 prosent av upphitingini.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við teir tríggjar málskjúttarnar, Mads Mikkelsen, Stefan Radosavljevic og Petur Knudsen.