U21 landsliðið setir punktum í dag

(Ljóðsamrøða) Føroyska U21 landsliðið spælir í dag móti Montenegro

Í dag setir U21 landsliðið punktum fyri EM undankappingina. Á Svangaskarði spælir liðið áttanda og seinasta dystin í undankappingini. Føroyar hava samanlagt fingið eitt stig og tapt seks dystir. Helst mundi minniligasti dysturin verða í Týsklandi, tá okkara vóru á odda 2-1, men mistu á stokkinum og taptu 3-2.

 

Trýst á pílin undir myndin fyri at hoyra samrøðuna við Bill M. Jacobsen

 

Mótstøðuliðið í kvøld er Montenegro, sum framvegis kann spæla seg víðari til endaspælið. Teir hava eitt stig færri enn Rumenia, sum spælir á útivølli móti Týsklandi. Sostatt er trýst á Montenegro at vinna dystin móti Føroyum í kvøld.

 

U21 landsdysturin byrjar klokkan 17 – samstundis sum Týskland og Rumenia. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.