U21-landsliðið hart rakt av sjúku

U21-landsliðið í fótbólti er hart rakt av sjúku, nú liðið í morgin skal spæla týdningarmiklan útidyst móti Norður-Makedonia.

Um Ukraina verður koyrt úr kappingini orsaka av krígnum í landinum, kunnu Føroyar við einum sigri í morgin koma í ta støðu, at tað kemur at standa millum Føroyar og Serbia um at enda næstfremst í bólkinum. Og júst Føroyar og Serbia hittast á seinasta leikdegi í Føroyum. Tað er tann 7,. Juni

 

 

 

Men fyrireikingarnar til dystin í morgin hava ikki verið góðar fyri føroyska liðið. Eftir dystin móti Fraklandi hósdagin, gekk leiðin til Norður-Makedonia, og longu á ferðini hartil, byrjaðu fyrstu leikararnir at kenna seg illa til passar.

 

- Vit hava verið sera hart raktir av sjúku. Meira enn helvtin av leikarunum og leiðarunum hava havt búksjúku við leysum lívi og nógvari høvuðpínu. Summir eru komnir fyri seg aftur, men summir eru blivnir sjúkir aftur av nýggjum. So menn eru øgiliga avkreftaðir, og vit hava ikki havt møguleika fyri at hava vanligar venjingar við fullum hópi, sigur Sámal Erik Hentze, landsliðsvenjari.

 

Arbeitt hevur verið við at fingið nýggjar spælarar afturat í hópin, tí umframt teir mongu, sum eru raktir av sjúku, eru bæði Børge Petersen úr KÍ og Àki Samuelsen úr HB farnir heim, tí teir eru skaddir.

 

- Men tað hevur ikki borið til av ymsum orsøkum, so vit mugu klára okkum við tí, sum vit hava, men tað er sjálvsagt, at hetta er alt annað enn optimalt, at vit spæla ein so avgerandi dyst undir hesum fortreytum, sigur Sámal Erik Hentze, sum greiðir frá, at læknin hjá liðnum hevur havt úr at gjørt hesar seinastu dagarnar.