U21-landsliðið: 50.000 kr til Reyða Kross Føroya

Talan var í fleiri mátar um eitt serstakt kvøld á Tórsvølli, tá U21 landsliðini hjá Føroyum og Ukraina hittust í EM undankappingardysti, skrivar Fótbóltssambandið

Fótbóltur stendur saman - Mynd: Bjarni Enghamar

Talan var í fleiri mátar um eitt serstakt kvøld á Tórsvølli, tá U21 landsliðini hjá Føroyum og Ukraina hittust í EM undankappingardysti, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Í dysti ræður um at spæla betri enn mótstøðuliðið, men til landsdystin í gjár kom savningarmegin og samanhaldið millum lond í júst fótbólti til sjóndar. Orð røkka valla til at lýsa støðuna hjá ukrainum í hesum døgum, og dysturin hjá U21 landsliðnum í Føroyum var hin fyrsti hjá ukrainska liðnum síðan russisku innrásina.

 

Tí varð avgjørt at bjóða herbúgvandi ukrainum til dyst á Tórsvølli, og hesum tilboðnum tóku nógv glað ímóti. Harumframt verða áskoðarainntøkurnar fyri dystin latnar Reyða Krossi til hjálparátøk í samband við kríggið í Ukraina. Á leið 26.000 krónur komu inn í áskoðarainntøkum og harumframt vóru nógvir áskoðarar bodnir til dyst. Fótbóltssambandið hevur tí gjørt av at lata 50.000 kr til Reyða Kross.

 

##ms##

 

Fótbóltur stendur saman - Mynd: Bjarni Enghamar